Fab Lab

Repair Kafé í Fab Lab

Repair kafé í Fablab – kom og gev lutunum nýtt lív!

 

Er lýnlásið farið í jakkanum ella riggar støvsugarin ikki? Vitja repair kaféína í Fab Lab Vágur – eitt umhvørvi, har okur hjálpa hvørjum øðrum at umvæla í staðin fyri at burturbeina.

Fab Lab styrkir nú Repair kaféina við størri denti á ymiskt tilfeingi. Alt ov nógv verður burturbeint, hoast tað kundi fingið nýtt lív við einari kærligari hond. Hetta vilja okur í Fab Lab Vági broyta – og tí hava okur valt at geva okra Repair kafé meira rúm og gera hana meira sjónliga í nærumhvørvinum.

Repair kaféin er opin hvønn mánað – fyrsta tórskvøld millum kl. 17-21.

Her kanst tú møta Moniku, sum hjálpir við hondarbeiði, seyming, plástring og klædnuumvæling – og Allan stendur klárur við amboðum og vitan til tøkniumvælingar, t.d- dustsúgvarar, breyðristarar ella lampur.

Lær at umvæla -í staðin fyri at burturbeina.

Okur gleða okum at síggja tjeg í Fab Lab Vági – fyrsta tórskvøld í hvørjum mánaði!

https://vagur.fo/kvoldskulin

Scroll to Top