Fab Lab Vágurí Vágs skúla
Fab Lab Vágur er vanliga opið hesar tíðir:
Ónsdagar: kl. 10.00 – 14.00
Tórsdagar: kl. 13.00 – 19.00
Inngongdin er á vestaru síðu við niðangongdina millum Vágs skúla og Vágs kirkju.
Fab Lab – Samband
Skalt tú hava fatur á Fab Lab?
Fá samband við okkum, við at skriva okkum ein teldupost á fablab@vagur.fo, Tú hoyrir aftur innan 2-3 gerandisdagar. Ella vitja okkum í vanligari upplatingartíð.
Telefonin verður svara, tá tað er opið í FabLab, alt eftir hvussu upptikin vit eru við okkara viðskiftafólkum. Telefontíðin er tá vit hava opið. Tað stendur upplýst á okkara heimasíðu fablab.fo og á Facebook, nær vit hava opið. Møguligar broytingar verða lýstar á Facebook. Vælkomin í Fab Lab tá tað er opið, og fáa eitt prát við okkum.
Um skúlaflokkar ella aðrir bólkar fleiri enn 5 persónar ynskja eina rundsýning, vitja lab ella hava eina verkstovu, ynskja vit, at vit avtala eitt tíðspunkt fyri tykkara vitjan. Vitjanir ella verkstovur fyri bólkum av hesum slag, verða gjørdar mótvegis einum gjaldi.
Vit ynskja ikki, at móttaka boð til FabLab, á okkara persónligu sosialu miðlar.
Stongt í Fab Lab
Tað er vanliga stongt, í FabLab tá skúlin er stongdur. Tvs. heyst-, jóla-, og páskafrítíðin umframt á heilum og hálvum frídøgum. Tó er summarfríðtíðin í FabLab bert uml. 6 vikur.
Dagfestingarnar og broytingar verða lýstar á Facebook.
Vinarliga
Starvsfólkini í Fab Lab
Fab Lab Vágur
- Vágsvegur 32, FO-900 Vágur
- +298 23 93 33
- Fylg okkum á facebook
- Fylg okkum á instagram
- fablab@vagur,fo
- https://vagur.fo/fablab
Møguleikar
Á Fab Lab kanst tú m.a.
- Scanna og printa 3 dimensjónellar lutir.
- Brenna í træ, leður ella glas.
- Lasarskera tunt træ ella pleksiglas.
- Fresa (skera) lutir úr træi t.d. heilum bygningsplátum ella fínari træi.
- Skera vinyltekningar út, so hesar t.d. kunnu klistrat uppá veg, tól ella kløði.
- Tøvda ull o.a. tilfar.
- Prenta stórar plakatir til vegg ella standara.
- Brodera tekst, mynstur og myndir.
- Gera badge & køliskápsmagnet
Útgerð
Í FabLab Vágur hava vit m.a. hesi tól:
- 3D prentarar (3x Prusa MK3S+, Creality CR20 Pro, 2x MakerBot Replicator+)
- 3D scanarar (EinScan se)
- Shopbot miðal stórur CNC fresari
- Vinyl skerði (Roland GS-24)
- Hitapressa til klæði o.a.
- Stórur Lasar skerði Gweike and
- Epilog Fusion Edge 40w lasar skerði
- Elektronikk útbúnaður: Micro Bits og SparkFun Inventor´s Kits, E-textil
- Singet Seymimaskina/Singer Overlocker S14-78 and Singer Heavy Duty seymimaskina 4411
- Stórmynda prentari (Canon imagePROGRAF PRO-4100S)
- Forma og stoypa tilfar (Mold & Cast) Jesmonite https://danlube.dk/shop/39-jesmonite-ac100/
- VR (brothersy.dk) Brother VR broderímaskinu (Pe Design 11 software)
- Badgemaskinu PRO – 56Ø
- Feltloom FeltLOOM® Pro Series
- FormBox forma maskina https://mayku.me/formbox
- Roland BN2-20A reklamuprintarar https://www.rolanddg.eu/en/products/printers/versastudio-bn2-series-printer-cutter
- Elektronikk útbúnaður (t.d. loddi boltar, komponentar og Sparkfun Starterkit)

