Fab Lab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera nærum, hvat sum helst. Fab Lab smiðjan gevur ungum sum eldri, einstaklingum eins og fyritøkum møguleikan at menna skapanarevnini og fullføra hugskot við at sniðgeva, seta saman og framleiða við hjálp av talgildari tøkni.
Fab Lab kemur av ensku orðunum Fabrication Laboratory ella framleiðsluverkstova.
Fab Lab hevur røtur sínar í Center for Bits and Atoms á MIT universitetinum í Massachusetts í USA. Tað var leiðarin har, Neil Gershenfeld, sum umframt at granska í evninum eisini skapti fakið “How to Make (Almost) Anything” á MIT, ið síðani leiddi til Fab Lab hugsjónina.
Fab Lab á Kambsdali evar fyrsta góðkenda Fab Lab í Føroyum. Harvið vóru Føroyar knýttar í eitt netverk, sum røkkur kring allar 24 tíðarsonurnar og út til fleiri enn 100 lond. Í dag eru umleið 1900 Fab Lab verkstovur knýttar í netverkið.
Í Føroyum eru nú tvey Fab Lab. Fab Lab Vágur lat upp í 2019, og heldur til í Vágsskúla.