Fab Lab

Print for Peace verkstova

Lær at silkiprenta við vinylskerara, og ger tína egnu Peace Now-t-shirt ella tasku (totebag) í FabLab Vági.

Peace Now er ein sjónlig plakat-herferð, sum byrjaði í 2023 í Niðurlondum av einari kvinnu: Marije Lieuwens.
Herferðin hevur spjatt seg um allan heimin, og virkar fyri at fáa fólk at taka støðu fyri friði og rættvísi – og at styrkja samanhald og kjak.

“Tað er vorðið størri, enn eg nakrantíð hevði ímyndað mær. Tað vísir seg, at nógv fólk vilja vísa, at tey eru ímóti kríggi og fyri friði. Eg vóni, at hetta kann geva tær íblástur – tí vit hava øll megi at broyta heimin, um vit eru skapandi og hjálpa hvørjum øðrum” sigur Marije Lieuwens.

Kom við tíni egnu t-shirt ella tasku – og prenta eitt snið, sum er gjørt av listafólkunum Max Kisman, Samira Charroud og Daan Drubbel.
Okur bjóðað ein drekkamun og prát!

Undirvísarir: Eva Bullens og Tina Grønbech
Stað: FabLab Vágur
Nær: Týsdagin 21. oktober, kl. 18.30 – 20.30
Tilmelding: Send ein teldupost til fablab@vagur.fo

 

Verkstovan er ókeypis, men fólk eru vælkomin at lata Reyða Krossi Føroya eina gávu – og harvið stuðla boðskapinum:

Bank Nordik: 6460 4946954

Betri banki: 9181 4950013

Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Scroll to Top