Mánadagin 22. september kl. 10.00 letur tilmeldingin upp til Vágs kvøldsskúla fyri skúlaárið 25/26.
Vit gleða okkum at kunna siga, at FabLab Vágur er umboðað við fleiri skeiðum og tilboðum. Millum annað kanst tú taka FabLab koyrikort til ymsu maskinurnar, vit hava í labbunum.
Tú kanst gera hetta á tveir mátar: annaðhvørt við at melda teg til skeið gjøgnum kvøldsskúlan, ella við at luttaka í okkara Tema-Tórsdagum, sum vit lýsa við á okkara Facebook-síðu.
Tú kanst longu nú lesa blaðið Eftirgróður talgilt her: https://vagur.fo/kvoldskulin
Vit gleða okkum at síggja teg!
Vinarliga,
Tina og Allan
FabLab toymið í FabLab Vágur
