Kæru skapandi íverksetarar – bæði nýggir og royndir
Vit í FabLab vilja fegin bjóða tykkum til Tema – tórsdag tann 18. september kl. 17.00–20.00 – ein íblástursríkur og hugnaligur kvøldsetur, har tøkni og hondverk ganga hond í hond.
Tað hevur ongan týdning, um tú júst ert byrjað(ur) við tínari hobby, ella longu hevur fingið skapt eina lítla fyritøku – hetta tiltak er júst fyri teg! Kvøldið bjóðar nógv íblástur og ítøkilig hugskot til, hvussu tú kanst brúka tøkni og amboðini í FabLab til at menna og betra um tínar vørur og framvísing – til dømis á marknaðardøgum, framsýningum ella smáum tiltøkum.
Tú fært møguleika at arbeiða við:
- Smykkustativum og formaðum skálum
- Skeltum og framsýningstilfari
- Merking, tags og labels til tínar vørur
- …og nógv annað spennandi!
Vit seta eisini tíð av til at netverka, deila royndir og fáa góð ráð – og vit bjóða sjálvandi kaffi og okkurt lekkurt afturvið.
Kostnaður: 250 kr. (+ eyka útreiðslur til tilfar)
Tú ert hjartaliga vælkomin at taka ein vin ella starvsfelaga við!
Allan og eg standa klárir at hjálpa tær – óansæð um tú ert nýbyrjari ella royndur brúkari av FabLab.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt og skapandi kvøld saman við tykkum!
Vinarliga heilsan
FabLab-toymið
FabLAb Vágur
