Hjálmagluggar
Í byrjanini av apríl fóru FabLab í Vági og FabLab á Kambsdali, saman við nøkrum privatum persónum, undir at framleiða smittuverju útgerð, sonevndir hjálmagluggar, sum verja t.d. starvsfólk ímóti at verða smittað av corona.
Ein hjálmagluggi er 3D prentaðir haldarar, sum kunnu festast á pannuna við elastiki. Eitt klárt plastik (t.d. ein glara) verður fest í haldaran. Haldarin kann vaskast brúkast fleiri ferð.
Higartil eru meir enn 1.300 hjálmagluggar sendir út frá FabLab í Vági og FabLab á Kambsdali. Fleiri fólk hava hjálp til at t.d. koyra runt í Havn og levera býlagdir hjálmagluggar.
Hjálmarnir kunnu býleggjast hjá FabLab Vágur ella hjá FabLab Kambsdalur .
FabLab Vágur v/ Tina Grønbech Tausen: tina.tausen@skulin.fo tlf 595049
FabLab Kambsdalur v/ Jóannes Djurhuus: fablab@kambsdalur.fo tlf 223682
Vit eru eisini á Facebook.