FabLab í Vágs Skúla altjóða góðkenning

 

Heimasíðan hjá Vágs Kommunu skrivar

 

FabLab í Vágs Skúla hevur nú fingið altjóða góðkenning og er skrásett sum eitt av heimsins góðkendu FabLab’um.

FabLab í Vágs Skúla er fyrsta góðkenda FabLab í einum føroyskum fólkaskúla og næsta góðkenda FabLab í Føroyum. Tað fyrsta góðkenda FabLab er á Midnámi í Kambsdali.

Vit fingu at vita, at tað vanliga tekur 1-2 ár at fáa altjóða góðkenning sum eitt FabLab, men hóast vit bara hava verið ígongd í nakrir mánaðir fingu vit í farnu viku góðkenningina og eru nú skrásett sum eitt altjóða góðkent FabLab, sigur Tina Grønbeck Tausen, leiðari av FabLab í Vágs skúla.

Fyri okkum gevur hetta nýggjar møguleikar, tí nú eru vit ein góðkendur partur av einum heimsumfatandi netverki av FabLab’um, sum bæði førir við sær atgongd til vitanardeiling og at FabLab í Vágs Skúla verður sjónligt fyri fólk, sum ferðast runt Heimin til FabLab at arbeiða og vegleiða, sigur Tina Grønbech Tausen.

 

Les meira um FabLab Vágur  https://vagur.fo/tag/fablab/