Broytar upplatingartíðir í Fab Lab Vágur
Framyvir fara vit at broyta um upplatingartíðirnar í Fab Lab.
Vit mangla fólk til at manna Fab Lab, og samstundis skal eg, Tina, í gongd við Fabricademy. Tað er eitt spennandi 6 mánaða útbúgvingarforløb innan tekstil, digitala framleiðslu og biologi – ein ferð, har tekstil, digital framleiðsla og biologi møtast.
Tit fáa sjálvandi høvi at fylgja við mær á ferðini.
Hesa vikuna og næstu viku hava vit opið:
Mikudag kl. 10–14
Hósdag kl. 13–19
Nærri kunning um Open Lab og hvussu upplatingartíðirnar verða framyvir, kemur seinni.
Vit lata ikki heilt aftur. Tit fáa framvegis møguleika at ogna tykkum nýggjar førleikar, tí vit fara eisini at bjóða nøkur skeið í Fab Lab gjøgnum kvøldskúlan.
Tað verður tí framvegis møguleiki at koma í Fab Lab og arbeiða við ymiskum spennandi verkætlanum.
Fylgið við Kvøldskúlan á heimasíðuni hjá Vágs kommunu fyri nærri kunning um skeiðini og tilmelding, sum kemur síðst í september.
Vinarliga
Tina, Leiðari Fab Lab Vágur

