FabLab Vágur í Vágs skúla

FabLab Vágur er vanliga opið hesar tíðir:

Ónsdagar: kl. 10.00 – 14.00

Tórsdagar: kl. 13.30 – 19.30

Inngongdin er á vestaru síðu við niðangongdina millum Vágs skúla og Vágs kirkju.

                                               FabLab – Samband   

                                            Skalt tú hava fatur á FabLab? Les her, hvussu tú kanst gera tað umvegis heimasíðuna (ella á Facebook)

Fá samband við okkum, við at skriva okkum ein teldupost á fablab@vagur.fo, ella við at senda okkum eini boð á Facebook. Tú hoyrir aftur innan 2-3 dagar.

Telefonin verður svara, tá tað er opið í FabLab, alt eftir hvussu upptikin vit eru við okkara viðskiftafólkum. Telefontíðin er tá vit hava opið. Tað stendur upplýst á okkara heimasíðu fablab.fo og á Facebook, nær vit hava opið. Møguligar broytingar verða lýstar á Facebook. Vælkomin í FabLab tá tað er opið, og fáa eitt prát við okkum.

Um skúlaflokkar ella aðrir bólkar fleiri enn 5 persónar ynskja eina rundsýning, vitja lab ella hava eina verkstovu, ynskja vit, at vit avtala eitt tíðspunkt fyri tykkara vitjan. Vitjanir ella verkstovur fyri bólkum av hesum slag, verða gjørdar mótvegis einum gjaldi. 

Vit ynskja ikki, at móttaka boð til FabLab, á okkara persónligu sosialu miðlar.

                                                 Stongt í FabLab

Tað er vanliga stongt, í FabLab tá skúlin er stongdur. Tvs. heyst-, jóla-, og páskafrítíðin umframt á heilum og hálvum frídøgum. Tó er summarfríðtíðin í FabLab bert uml. 6 vikur.

Dagfestingarnar og broytingar verða lýstar á Facebook.

Vinarliga

Starvsfólkini í FabLab


 
 
 

FabLab Vágur

Møguleikar

Á FabLab kanst tú m.a.

  • Scanna og printa 3 dimensjónellar lutir.
  • Brenna í træ, leður ella glas.
  • Lasarskera tunt træ ella pleksiglas.
  • Fresa (skera) lutir úr træi t.d. heilum bygningsplátum ella fínari træi.
  • Skera vinyltekningar út, so hesar t.d. kunnu klistrat uppá veg ella tól.
  • Trykkja tekningar á klæði v.m.
  • Prenta stórar plakatir til vegg ella standara.
  • Brodera tekst, mynstur og myndir.
  • Badge & køliskápsmagnet 56mm 

 

Útgerð

Í FabLab Vágur hava vit m.a. hesi tól:

Nýggjastu Tíðindi

Skattaveiða – Hin stóra ferðin hjá Snæbjørn úr Suðuroy.
Ein Maker í Vági
In Residence in the Actic

Stuðlað hava