Tíðin í millum okum

Ein samfelagslig listaverkætlan eftir og fyri fólk búsitandi í Vági, iðnjóta teirra tíð saman og hyggja nærri at Suðuroynni.

Okur ynskir at arbeiða saman við teimum somu málbólkunum í báðum verkætlanunum. Umleið 16 luttakarar, ið helst eru frá tannáringum til eldri, og helst eldri fólk á staðnum. T.d. kunnu okur eggja pørum at luttaka: ommur, abbar við teirra ommu- og abbabørnum ella vaksin við teirra børnum. Ein kann luttaka einsamallur, ella saman við øðrum. Okur ynskja, at eggja ymiskum ættarliðum at koma og vísa og læra frá hvørjum øðrum. Onki krav er um royndir, ein og hvør ið býr í Vági, hevur búð í Vági, ella veit nakað um Vág, er hjartaliga vælkomin.

Verkstova 1. Staður: Miðlatún.

Lýsing: Okur ynskja, at innsavna søgur gjøgnum kortleggjan, tosa við luttakarar, at luttakarar vísa gamlar gøtur, kasta ljós á náttúru, umhvørvi og lendi, fanga søgurnar við lætt gjørdum ljóð- og myndateknikkum. Gjøgnum lættar uppgávur og stuttligt virksemi, vísa okut/siga frá/læra um Vág, og fanga bygdina í ljóði og myndum. Okur luttaka í verkstovuni í felag, har okur hugna okum, og koma at kenna hvønn annan betri ella á ein annan hátt. Okur eru forvitin og ynskja, at koma til at kenna Vágs bygd á besta hátt. Okur bjóða teimun ið luttaka á verkstovuni søgulist við at lurta, tekna, kortleggja osv.

Longd: 3 tímar 7 okt. kl. 10-13 í Miðlatúni.

Verkstova 2. Staður: Fablab Vágur

Lýsing: Okur halda fram við, at arbeiða við úrslitinum frá verkstovu 1. Okur ynskja at gera ljóð og teir sjónligu partarnar til eina verkstovu í Fablab. Okur ynskja, at arbeiða við seglum, ull ella við træi. Aftaná at okur hava framt nakrar riyndir, avgerða okur, hvat okur ynskja at fínjustera.

Longd: 3 tímar 14 okt. kl. 10-13 í Fablab.

Ókeypis at luttaka, men tilmelding krevst og er bindandi!