Tema Tórsdag – Tørva tíni pløgg ábøtir?

Vit kenna øll hesa kensuluna, tá vit síggja eitt hol á okkara yndis buksum ella blusu. Ella kanska hekk erman á jakkanum først onkrastaðni, og nú er hon bara eitt stórt hol. Tað eru ráð fyri tí! Í Fablab kanst tú gera tær ábøtirnar ið skulu til. Um tú hevur pløgg tú ikki kann brúka, og ikki fær teg til at koyra tey í skrell, so tak tey við undir armin og kom forbi Fablab Vágur tann 9.mars frá kl. 16 til 19. Kostnaður 100kr pluss møguligt eyka tilfar. Ein kaffimunnur við onkrum søtum aturvið er við í prísinum.

Melda til við at senda ein teldupost til: fablab@vagur.fo

Eru ivamál, kanst tú ringja til tel. 239333.