
Skapað tína egnu sitimáttu úr ull í FabLab í Vági
Vágs kommuna skipaði í 2023 fyri einari stórari listaverkætlan «Tíðin millum okkum». Úr hesi verkætlanini komu nógv ymisk verk, millum annað sitimátturnar, sum Eva og Floortje gjørdu úr 19 stykkjum av tøvdari ull. Tær nýttu bæði gamalt føroyskt handverk og nýggja tøkni at skapa sitimátturnar.
Nú hevur tú møguleika at skapa tína egnu sitimáttu úr ull, sum er savnað í nærumhvørvinum. Á verkstovuni fert tú at royna bæði gamalt handverk og nýggja tøkni, sum eitt nú tøving og lasaraskering, fyri at gera sitimáttuna.
Prísur: 350 kr (Vanliga 450 kr)
Tíð: Tórsdagin 6. mars, frá kl. 17.30 til 21.30
Stað: FabLab í Vági (inngongd millum Vágs kirkju og Vágs skúla)
Tilmelding: fablab@vagur.fo
Einki krav er um fyrireiking. Kom og lær, og skapað tína egna sitimáttu!
«Tíðin millum okkum» var ein tríggjamánaða verkætlan í 2023, sum nógvir vágbingar eiga sín part í. Niðurlendski listafólkini Floortje, Martin og Eva eru nú aftur í Vági og arbeiða við nýggjum vekætlanum í Vágs kommunu.
Tey ynskja at geva fólki møguleika enn einaferð, at skapa sína egnu sitimáttu.