”Sjálvgjørt er vælgjørt”
”Søtur er sjálvgivin biti”
Føroyska málið er fult av orðatøkum, sum vísa, at tað hevur verið ein natúrligur partur av lívinum í Føroyum at gera okkurt sjálv. Í ávísan mun hevur hetta verið av neyð, tí flutnings- og ferðasambandið hevur gjørt tað neyðugt, at duga at finna uppá. Men samstundis er hetta eisini ein staðfesting av, at føroyingar hava sæð eitt sjálvstøðugt virði í tí at gera og duga at finna uppá sjálv.
Í nýggjari tíð hava betri ferða- og flutningsmøguleikar gjørt tað lættari at fáa hendur á júst tí, tú hevur brúk fyri, og í dag kanst tú sum oftast uttan nakran trupulleika keypa ella bíleggja tað, tær tørvar. Hóast tað uppá nógvar mátar ger lívið lættari, er tað kanska ikki longur líka sjálvsagt, at vit frá ungum árum sleppa at royna at fáa tað at bera til sjálv. Heilt einfalt tí tað ikki í sama mun er neyðugt.
Kring heimin síggja vit sonevndu Do It Yourself rørsluna, sum leggur seg eftir at dyrka virðið í tí at gera og framleiða sjálv. Eisini hóast tú kanska skalt royna fleiri ferðir, áðrenn tað riggar. Og vit síggja kanska eisini spírarnar til eitt líknandi rák í Føroyum. Tað er komið so langt, at man eisini hoyrir um bindiklubbar, sum eru farnir at binda, tá tær hittast.
Tað ber sjálvsagt til at seta gongd á okkurt virksemi heima við hús. Vit hava so ofta hoyrt um íverksetarar, sum byrjaðu í garasjuni hjá foreldrunum, at man næstan heldur, at kjansurin fyri at lukkast í einari garasju er størri enn aðrastaðni. Og Emil úr Lønnebergi kláraði jú at telgja nógvar træmenn, meðan hann sat og hugsaði um síni skálkabrøgd.
Einki er at ivast í, at tú kanst fáa nógv av skafti, um tú fær møguleika at hugsavna teg í friði og náðum. Men tað er nú einaferð ein sannroynd, at tú kanst læra nógv av royndunum hjá øðrum, og fáa íblástur av tí, sum tey duga.
Og skalt tú royna at framleiða okkurt, sum er størri enn træmenninir hjá Emil, kanst tú fáa brúk fyri betri plássi og meira framkomnum tólum enn teimum, tú hevur heima í garasjuni. Tí síggja vit í dag, at roynt verður at stimbra skapanarhugin hjá teimum ungu, so tann hópurin av kreativum fólki, sum vit hava í Føroyum, fær góðar umstøður at royna síni hugskot.
Vit hava t.d. sæð íverksetarahús kring landið, sum geva íverksetum umstøður at menna síni hugskot í felagsskapi við øðrum og við neyðugu ráðgevingini og sparringini. Slík íverksetarahús eru gjørd við íblástri frá líknandi íverksetarahúsum uttanlands.
Ársins Átak 2018 hevur eisini fingið íblástur úr útlandinum til at skapa eitt stað, har spæl, lærdómur, tøkni, KT og kreativitetur renna saman, so til ber at skapa nakað nýtt. Talan er um ein framleiðsluverkstað, har ungdómur og áhugað fólk kunnu vitja, at brúka útgerð og fáa ráðgeving, og har øll fáa atgongd til vitan og royndir hjá hvørjum øðrum.
Verkstovan hevur ymiska framkomna útgerð, sum tey vitjandi kunnu læra at brúka við góðari vegleiðing frá starvsfólkinum á staðnum. Eitt av málunum hjá verkstaðnum er, at øll tey, sum ganga á miðnámsskúlanum á Kambsdali, skulu hava brúkt í minsta lagi eina viku inni á framleiðsluverkstaðnum, meðan tey ganga á miðnámi. Fólk kunnu tó eisini koma inn uttanífrá, og á henda hátt verða brúgvar skaptar millum skúla, lesandi, vinnu og lokalumhvørvið. Framleiðsluverkstaðið er harumframt fullgyldugur limur í einum altjóða netverki, sum røkkur út til meira enn 100 lond.
Dómsnevndin heldur, at tað er alla æru vert, at stigtakararnir til fyrsta FabLab, fyrsta fabrication laboratory, í Føroyum á henda hátt velja at skapa umstøður og áhuga fyri at dyrka kreativitet, vitan og framkomið handverk.
Dómsnevndin hevur tí valt FabLab á Kambsdali sum Ársins Átak 2018.
Vit bjóða nú rektaranum á Miðnámi á Kambsdali, Páll Isholm, og dagliga leiðaranum á FabLab, Jóannes Djurhuus, fram at taka ímóti heiðrinum.