Føroya fyrsta Escape Room verður royndarkoyrt
Nú verður høvið hjá almenninginum at royna nýggja spælið Escape Room. Escape Roomi fyrigongur í Vági umborð á sluppini Johannu TG326 og í einum gomlum bygningi.
Síðani í vár, hevur Fablab í Vági arbeitt við gátuspælinum Escape Room. Tað er Tina Tausen og Navid O´Lari, Hetta er fyrsta Escape Roomi í Føroyum. Spælið er ætlað ungum og vaksnum og er eitt spæl har samarbeiðsevnir og logisku sansirnir skulu í brúk. Tað er møguligt at royna Escape Roomi sum bólkur á tvey til fimm fólk. tað tekur áleið 60 minuttir at loysa allar gáturnar og at koma á mál.
Um ein ynskir at royna Escape Roomi, kan viðkomandi seta seg í samband við Miðlatún í Vági á info@vagur.fo ella fara inn á facebook síðuna Escape Room Faroe Islands.
Kostnaðurin fyri at royna er 250 kr. fyri hvønn bólk.