FabLab Vágur leitar eftir tær, sum brennir fyri nýskapan og tøkni

Í FabLab Vágur miða okur eftir at økja um brúki av tøkni, talgildari framleiðslu og sniðgeving hjá útbúgvingarstovnum, virkjum, íverksetarum, listafólki og vanligum borgarum, ið brúka okra FabLab.

Starvið verður ætlandi sett 1. desember 2022, ella eftir avtalu. Freistin at søkja er sunnudagin 13. november 2022 klokkan 12.00. Umsókn við lívrensl og avritum av prógvum skal sendast til vagur@vagur.fo.

FabLab leitar eftir tær, sum brennir fyri nýskapan og tøkni – Vágs Kommuna (vagur.fo)