Fab Lab úrslit av góðum samstarvi
Tað var á mentanardøgunum í Fuglafirði í 2016, at hugskotið um Fab Lab av álvara vaks fram á kjakkvøldið undir heitinum “Silicon Valley vs Kambsdalur”.
Vinnulívið, kommunurnar í økinum og landið tóku væl í móti verkætlanini, og á sumri í 2017 var neyðuga fíggingin fingin til vega, so farast kundi undir verkætlanina at menna eitt føroyskt Fab Lab. Vinnan hevur stuðla sjálvari íløguni, meðan kommunurnar og landið fíggja raksturin.
Á sumri 2017 bleiv Jóannes Djurhuus settur sum leiðari á Fab Lab Kambsdalur. Jóannes er útbúgvin cand.scient. í alis- og støddfrøði og ph.d. í jarðalisfrøði. Jóannes var áðrenn hann fóru undir granskaraútbúgving lærari á Kambsdali í stødd- og alisfrøði. Jóannes hevur m.a. starvast sum bergmekanikari hjá Statoil í 10 ár.
Í mars 2018 vóru allar góðkenningar á Fab Lab fingnar uppá pláss, og eftir eitt royndartíðarskeið bleiv Fab Lab á Kambsdali endaliga góðkent sum fullgildugur limur í altjóða netverkinum.