Fyrst av øllum takk fyri hendan stóra heiðurin – Ársins Átak 2018.
Nógv tykkara spyrja kanska, hvaðan kemur hetta Fab Lab. Tað var Neil Gershenfeld professari á MIT universitetinum í Massachusetts, sum byrjaði átakið. Fyri 20 árum síðani skapti hann fakið “How to make (almost) anything”. Tað bleiv ein stór succes, og hugskotið til Fab Lab vaks fram og fór kring allan heim, og í dag røkkur netverkið út til fleiri enn 100 lond. Fyrr í ár blivu Føroyar við Fab Lab á Kambsdali limur í hesum altjóða tøkniliga og innovativa netverki.
Hóast røddir í eina tíð høvdu tosað um eitt FabLab í Føroyum, so var tað ikki fyrrenn á einum kjaktiltaki í Fuglafirði í 2016 sum forrestin kallaðist Silicon Valley vs Kambsdalur, at hugskotið av álvara fekk bein at ganga á. Undirtøkan var góð hjá bæði vinnuni og kommununum í økinum. Ja so góð, at vit faktiskt kundu seta ferð á verkætlanina alt fyri eitt.
Í hesum sambandi so vil eg fegin takka Framherja, Tavuni, Bakkafrost, KJ, Petur Larsen, Fiskavirkinum og Hiddenfjord fyri dyggan stuðul. Og somuleiðis stýrinum Føroya Handilsskúla, Fuglafjarðar og Eysturkommunu. Uttan stuðul frá hesum pørtum, so høvdu vit framvegis bara droymt um at gera eitt føroyskt Fab Lab. Haldi hetta prógvar, hvat ber til, tá hugskot verða loftað í einum konstruktivum samstarvi, sum eg eri vísur í, fer at síggjast aftur í føroyska samfelagnum í framtíðini.
Fyri einum góðum ári síðani bleiv Jóannes Djurhuus settur sum leiðari, og hann hevur bygt verkstovuna upp til tað, hon er í dag. Eitt fultútbygt FabLab í einum altjóða netverki, og vit kunnu verða stolt av, at longu í januar hýsa vit á Kambsdali árligu stevnuni hjá norðurlendska partinum av netverkinum.
FabLab á Kambsdali er til øll, sum búleikast í Føroyum. Vit vilja gera okkara til at veksa um Føroyar og skapa einar betri Føroyar. Vit vilja eins og Neil Gershenfeld skapa eitt netverk og eitt stað, eisini í Føroyum, har fólk við góðum hugskotum kunnu koma og gera síni hugskot til veruleika.
Í sambandi við heiðurin ársins átak fara vit at hava hurðarnar víðopnar alla komandi viku frá 13 til 18, so tað er bara at koma inn á gólvið og royna seg. Í morgun opnaðu vit eisini heimasíðuna fablab.fo, har fleiri upplýsingar um átakið eru.
Enn einaferð takk fyri heiðurin ársins átak 2018 og takk til vinnuna og teir politikarar, sum allan vegin hava verið dyggir bakkar hjá átakinum.
Takk fyri!!!