Fab Lab

Opið hús: Kom og kannað spennandi møguleikarnar við tara

Skógurin millum okkum: Tað sum fløkir seg um okkum

Kom og kannað spennandi møguleikarnar við tara.

Listafólkini Alberte Holmø Bojesen og Floortje Zonneveld eru aftur í Vági. Hesa ferð arbeiða tær við einari spennandi listaverkætlan, sum knýtir saman tær tríggjar oyggjarnar Suðuroy, Vestmannaeyjar í Íslandi og Træna í Noregi.

Tær kanna burðardyggar og skapandi møguleikar fyri at brúka tara sum eitt alternativ til plast – og nú kanst tú eisini vera við.

Í Fab Lab Vágur fært tú høvi at royna teg við tara sum tilfar og uppdaga nýggjar og spennandi mátar at brúka hetta náttúrartilfarið. Vit fara m.a. at gera “leður” út tara, framleiða “taratógv”, laserskera og lita ull við tara.

Sunnudagin 25.oktober kl 13-14  eru ein verkstova. Kom við til eina verkstovu, har vit kanna møguleikarnar við tara.

Tilmelding fer fram við telduposti: fablab@vagur.fo

Í mesta lagi 12 luttakarar, aldursmark: 12 ár.

 

Sunnudagin 25.oktober kl. 14-16 eru Opið hús. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið, fáa sær ein kaffimun og síggja, hvad kann skapast úr tara. Tú kanst eisini royna okkurt sjálv/ur, um tú hevur hug.

Táð er ókeypis og øll eru vælkomin.

 

Værkætlanin “Skógurin millum okkum” og “Tað sum fløkur seg um okkum” er stuðlað af Volt – Nordic Culture Point og Nordisk kultur fund.

Vit gleða okkum at síggja tykkum í Fab Lab Vágur.

Scroll to Top