9. floksnæmingur í starvsvenjing á FabLab á Kambsdali
Ein týðandi partur av útbúgvingini í framhaldsdeildini hjá Fólkaskúlanum er at næmingar fáa høvið at fara í starvsvenjing í nakrar vikur. Á hendan hátt sleppa næmingarnir at royna ymisk starvsøkir og vinnumøguleikar. 15-ára gamli Marius Danielsen úr Hoyvík ynskti at sleppa í starvsvenjing á FabLab á Kambsdali.
Ungi hoyvíkingurin hevur altíð havt stóran áhuga fyri náttúruvísindaligu lærugreinunum, og ikki minst alisfrøði hevur altíð havt hansara stóra áhuga. Jóannes Djurhuus, sum er leiðari á FabLab, hevur eisini arbeitt í mong ár sum lærari í alisfrøði, so samstarvið millum Marius og lærumeistara hansara á Kambsdali, Jóannes, riggaði avbera væl tær tvær vikurnar, sum Marius var á FabLab. Jóannes sigur, at hann er vanliga einsamallur á FabLab, so tað var eisini fyri hann áhugavert at hava ein næming í starvsvenjing. Tá er meira lív í. Sambært Jóannesi, er hetta heilt vist ikki seinastu ferð, at FabLab fer at hava fólkaskúlanæming í starvsvenjing.
Marius brúkti dagarnar á Kambsdali til at byggja ymiskt og prenta t-shirt. Hann lærdi eisini at brúka 3-D printara og lasaraskerara, vinylskerara og CNC-fresara. Marius gjørdi millum annað eitt vakumborð, sum hann síðani brúkti til at gera seyðaspjøldur við forbókstavunum MD. Húsavørurin á skúlanum hevði eisini brúk fyri hjálp, og so hjálpti Marius honum at smíða ymiskt og gera smærri umvælingar. Og teir báðir settu eisini borð og stólar upp til størri tiltøk á skúlanum. Tíðin á Kambsdali endaði við, at Marius vitjaði inni hjá Sigrun Skálagarð, lærara í alisfrøði, og hjálpti henni við einari alisfrøðiroynd. Marius letur væl at starvsvenjingini á FabLab – og avvísir ikki, at hann kanska einaferð fer at lesa til lærara í alisfrøði.