Íverksetan frá A til OY í Fablab Vágur

Vágs kvøldskúli fer í fýra kvøld í vetur at hava eitt skeið ætlað íverksetum. Skeiðið eitur Íverksetan frá A til Oy og er eitt samstarv millum Vágs kvøldskúla og Íverksetarahúsið í Klaksvík.

Kvøldskúlaskeiðið til íverksetar byrjar tórskvøldið 25. januar og heldur fram tey eftirfylgjandi tórskvøldini, 1., 8. og 15. februar. Undirvíst verður frá klokkan 17.00 til 20.00 hesi kvøld í Fablab Vágur.

Íverksetan frá A til Oy inniheldur ástøðiliga og praktiska frálæru, har íverksetarnir fáa amboð og vitan og sleppa at brúka hesi til at skapa sítt vinnuhugskot. Á hendan hátt kemst ein best frá byrjan. Nevnast kann, at skeiðið inniheldur frálæru í: virkisháttum, Business Canva Model, marknaðarføring, fígging, bókhald, mvg og onnur gjøld, prototyping í Fablab. Frálæruna standa fólk fyri, ið hvør hevur servitan. Á skeiðnum koma aðrir íverksetar at geva greiða frá teirra royndum at stovnað og reka  fyritøkum.

Enn eru pláss tøk

Um onkur hevur ein íverkseta í búkinum ella kanska manglar røttu amboðini ella vegleiðing til at koma í gongd. So er bara at teknað seg til skeiðið.